Uttanlands

Mótmælisgonga fyri Brexit

Í dag byrjar gongan í Sunderland, og hon heldur fram í tvær vikur. Endastøðin er London - tann dagin ið Bretland alment fer úr ES

Gongan byrjaði í Sunderland í dag
(Mynd: DR)

Gongan byrjaði í Sunderland í dag (Mynd: DR)

2019-03-16 14:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er ikki bert í Fraklandi, at tað verður mótmælt á gøtuni í løtuni. Í Onglandi byrjar mótmælisgonga í dag. Hetta skrivar DR. Tað snýr seg um Brexit, og hesi mótmælisfólkini vilja ikki vera verandi í ES. Tey vilja hava tilgongdina at ganga skjótari. 

Talan er um mótstøðufólk av ES, sum høvdu væntað og vónað at Bretland fór úr felagskapinum skjótari. Tað eru næstan trý ár síðani, at fólkaatkvøða var, og at ein lítil meiriluti ynskti at fara úr ES. Bólkurin "Leave means Leave", er farin í gongd, tí forsetisráðharrin, Teresa May, ynskir at útseta Brexit til 30. juni, og hetta finna tey í bólkinum seg ikki í.

Gongan byrjar í Sunderland, ið var fyrsta staðið undir uppteljingini í 2016, sum alment kunngjørdi eitt ja til at fara úr ES. Mótmæli varðir tvær vikur; byrjar í Norðuronglandi í dag og endar í London 29. mars, ið er dagurin har Bretland formliga fer úr ES, sum støðan er í løtuni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder