Uttanlands

Gulu Vestarnir skapa aftur ófrið í París

Hetta er møguliga seinastu ferð, at rørslan mótmælur, men 18. vikuskifti á rað eru samanbrestir og handtøkur í franska høvuðsstaðnum

Gilets Jauntes hava millum gjørt um seg við Sigursbogan í dag
(Mynd: EPA)

Gilets Jauntes hava millum gjørt um seg við Sigursbogan í dag (Mynd: EPA)

2019-03-16 12:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu mánaðirnar hava "gulu vestarnir" mótmælt vaksandi prísum og generellu politisku støðuni í Fraklandi. Hetta er vikuskifti nummar 18 á rað, at mótmælt verður í París, og talan er um ein av teimum mest ógvusligu.

Teir gulu vestarnir hava sambært AFP brotið inn í fleiri handlar á Champs Elysées. DR skrivar, at steinar eru kastaðir eftir løgregluni við Sigursbogan. Løgreglan hevur svarað aftur við táragassi og vatnkanónum. AFP skrivar, at tað eru 5.000 løgreglufólk á gøtuni í París í dag. Tey hava, sambært AP, handtikið 44 fólk.   

Tað hava annars verið rímiliga friðarlig mótmæli í seinastuni, men í gjár endaði Macron forseti almenna kjakið um støðuna, og sambært leiðandi fólki í gulu vestunum (Gilet Jauntes) hava tey ikki uppnátt sítt mál, og hetta er helst seinastu ferð, at farið verður út á gøturnar at mótmæla.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder