Innanlands

MT Højgaard hevði lægsta boð

Lisitatión hevur verið í samband við bygging av nýggjum barnagarði við Gøtugjógv. Fimm tilboð komu inn

Lægsta boðið var beint undir 39 milliónir krónur. Kostnaðarmetingin var 35,6 milliónir. Nú verða tilboðini gjøgnumgingin, skrivar Eysturkommuna (Mynd: Eysturkommuna)

Lægsta boðið var beint undir 39 milliónir krónur. Kostnaðarmetingin var 35,6 milliónir. Nú verða tilboðini gjøgnumgingin, skrivar Eysturkommuna (Mynd: Eysturkommuna)

2020-04-21 18:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Lisitatión var beint fyri vikuskifti í samband við bygging av nýggjum barnagarði við Gøtugjógv.

Hetta skrivar Eysturkommuna á heimasíðu sínari, har boðað verður frá, at lægsta tilboðið var frá MT Højgaard. Tað var áljóðandi 38.885.741 kr u/MVG. Tilboðini vóru frá 38,9 milliónum krónum til 46,3 millónir. Talan var um fimm ymisk boð: 

Tilboðini vóru soljóðandi (uttan MVG):

  • Articon: kr. 42.844.288
  • Búsetur: kr. 42.960.681
  • J&K Petersen: kr. 46.297.118,24
  • MT Højgaard: kr. 38.885.471
  • Norcon: kr. 42.797.559,26


Tilboðini verða nú gjøgnumgingin, og síðan verður farið undir samráðingar við tann veitaran, ið verður valdur, boðar Eysturkommuna frá.

Kostnaðarmetingin, sum ráðgevin gjørdi fyri hálvum øðrum ári síðani, var 35.654.424 kr. 

Eisini vóru nøkur alternativ tilboð givin við sportgólvið:

  • Articon: kr. 42.164.593,-
  • Búsetur: kr. 42.298.611,- (umframt annað alternativt tilboð á kr. 41.793.060,-)
  • MT Højgaard: kr. 38.744.823,-
  • Norcon: kr. 42.465.951,26
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder