Innanlands

Mugu ikki lata Føroyar upp aftur ov skjótt

Smittutalið nærkast 1, og tá doyr smittan út, segði Shahin Gaini við DR i kvøld

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-03-31 22:14 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroyar og nógvu koronakanningarnar her í landinum vóru eitt evni í Horisont á DR1.

Shahin Gaini, yvirlækni, segði, at vit nærkast við einum smittitali, sum eitur 1, og tá doyr smittan út.

- Smittutalið er 1,3 prosent, so vit eru bara 0,3 frá eitt-talinum. Tá vit raka eitt, doyr smittan út. Tí er tað sera umráðandi at vit ikki lata samfelagið upp ov tíðliga, segði Shahin Gaini.

Eisini var fokus á Heilsufrøðiligu starvsstovuna, og framskygda Debes Hammershaimb Christiansen, sum longu í januar byrjaðu at gera klárt til koronakanningar við útgerðini, sum í 2000 var brúkt til ILA-sjúkuna, sum mundi gjørt av við alivinnuna.

Lítið brot úr innslagnum sæst omanfyri, men alt innslagið sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder