Russland noyðist at styrkja hernaðarliga virksemið við landamørkini, um Finnland og Svøríki gerast partur av verjusamgonguni Nato, sigur fyrrverandi russiski forsetin og forsætisráðharrin, Dmitrij Medvedev, sum eisini er næstformaður í russiska trygdarráðnum.
– Um Svøríki og Finnland fara uppí Nato fer markið millum samgonguna og Russland at verða meira enn tvífaldað. Tí noyðast vit sjálvandi at styrkja landamørkini, sigur hann.
Eisini ávarar hann um eina møguliga kjarnorkudubbing í baltiska økinum, har russiska Kaliningrad er millum ES-londini Litava og Pólland.
– Inntil í dag hevur Russland ikki sett slík tiltøk í verk, og vit høvdu heldur ikki ætlað okkum at gjørt tað. Vit kunnu tó verða tvungin av umstøðunum, men minnist til, at tað vóru ikki vit, sum komu við uppskotinum, sigur Medvedev sambært Ritzau.
Eisini sigur hann, at Finnland og Svøríki gerast tvey nýggj mótstøðulond hjá Russlandi, um tey fara uppí Nato.
Finnland er grannaland hjá Russlandi við einum 1300 km langum marki millum londini. Svøríki er ikki beinleiðis grannaland hjá Russlandi, men tó hevur landið tætt samstarv við Finnland.
Les eisini: Sanna Marin: Vit taka avgerð um Nato ein av komandi vikunum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald