
– Øllum børnum dámar sera væl, at lærarar fortelja og lesa fyri teimum. Vit minnast øll lærarar frá okkara tíð í skúlanum, sum dugdu so væl at fortelja. Teir rúnabundu og tóku okkum við í aðrar heimar. Lærarin eigur at gera sær greitt, hvussu ómetaliga umráðandi tað er at fortelja søgur fyri børnum. Við at gera tað ber lærarin mentan, mál og vitan víðari til næmingarnar, sigur Lydia Didriksen, námslektari í føroyskum á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, við Skúlablaðið.
Munnliga frásøgnin stimbrar lesihugin, sigur hon. Tí tá næmingarnir varnast, at teir sjálvir kunnu lesa alt tað, sum lærarin fortelur, fáa teir hug at lesa bøkur, sum eru líka spennandi.
– At miðla spennandi og góðar søgur fyri børnum er so ómetaliga umráðandi í miðlanini av lesihugi.
Lydia Didriksen heldur, at tað at fortelja og siga frá eigur at vera ein nógv størri partur av gerandisdegnum í skúlanum í øllum lærugreinum.
– Nú alt flytur seg á talgildar pallar, og sambandið millum ættarliðini eru broytt so nógv, so tørvar okkum eitt kjak um javnvágina av tøkni og undirvísing uttan tøkni. Sambandið millum lærara og næmingar eigur at verða styrkt. Vit mugu taka frásagnarleiklutin hjá lærarum í størsta álvara, tí hann hevur so ómetaliga stóran týdning, sigur hon.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald