Innanlands

Munnligir fyrispurningar og føroyskt heiðurstekin í tinginum í dag

Á dagsins tingfundi, sum byrjar klokkan 11 eru munnligir fyrispurningar fyrst á skránni, og eisini verður 1. viðgerð av uppskotinum um føroyskt heiðurstekin

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-03-23 10:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrapartin í dag verður tingfundur, og fyrst á skránni eru munnligir fyrispurningar.

Spurningarnir snúgva seg m.a. um flóttafólk úr Ukraina, høgu oljuprísirnir og framtíðar fígging av eldraøkinum.

Eisini er framløga á skránni umframt ein 1. viðgerð.

Talan er um eitt uppskot til samtyktar um føroyskt heiðurstekin, sum limir í fimm flokkum eru saman um at leggja fyri tingið.

Uppskotssetarar eru Christian Andreasen, Helgi Abrahamsen, Kristin Michelsen, Bjørt Samuelsen, Ruth Vang, og Bill Justinussen.

– Løgtingið heitir á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til løgtingslóg um føroyskt heiðurstekin at lata persónum fyri merkisvert arbeiði ella gerning, ið gagnar landi og fólki og tænir Føroyum, stendur m.a. í uppskotinum.

Les eisini: Fimm av seks flokkum mæla til føroyskt heiðursmerki

Eftir 1. viðgerð verður málið beint í Mentanarnevndina.

Tingfundurin byrjar klokkan 11, og skráin fyri fundin sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder