Innanlands

Munnligir spurningar fara at seta dagsskránna

Fyrst verður tó ein atkvøðugreiðsla um, har ein skrivligur fyrispurningur skal svarast

Løgtingið skal gera av, um landstýrismaðurin í Vinnumálum, Helgi Abrahamsen, skal svara fyrispurningi frá Høgna Hoydal (Mynd: Sverri Egholm)

Løgtingið skal gera av, um landstýrismaðurin í Vinnumálum, Helgi Abrahamsen, skal svara fyrispurningi frá Høgna Hoydal (Mynd: Sverri Egholm)

2020-05-20 10:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár vórðu nógvar 2. og 3. viðgerðir í tinginum. Í dag eru ongar. 

Løgtingsfundurin byrjar klokkan 11, og byrjað verður við atkvøðugreiðslu.

Atkvøðugreiðsla verður um, hvørt Helgi Abrahamsen skal svara fyrispurningini frá Høgna Hoydal. Spurningurin snýr seg um kostnaðin í krónum og í mistum størvum í Føroyum av, at peningastovnarnir fingu loyvi at flyta netbanka og peningaupplýsingarnar hjá føroyingum av landinum.

Eftir hetta verða munnligir spurningar, og her kann nógv ymiskt koma fram. Til seinast verður framløga.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder