Ferðafólkaskipið MV "Hondius", sum hevur vakt ans orsakað av nógv umrødda hantavirusútbrotinum umborð fyrst í hesum mánaðinum, hevur í dag lagt at í niðurlendska býnum Rotterdam.
Umborð á skipinum er manningin, sum telur 25 fólk, og tvey heilsustarvsfólk.
Fyrireikingar eru gjørdar til at koyra manningina í sóttarhald, meðan skipið verður sóttreinsað. Summi fara í sóttarhald í hølum, sum eru fyrireikað til endamálið, meðan onnur fara í sóttarhald heima, skrivar Ritzau.
Sambært tíðindastovuni AFP eru sjey tilburðir við hantavirus váttað í sambandi við útbrotið á "Hondius". Harumframt er illgruni um ein tilburð afturat, og er tað møguligt, at fleiri tilburðir afturat verða staðfestir. Trý fólk hava latið lív.
Umborð á skipinum, sum í apríl setti kós móti Kap Verde úr Argentina vóru 150 fólk úr 23 ymiskum londum. 10. mai kom skipið til Kanariuoyggjarnar, har yvir 120 fólk vórðu flutt av skipinum og annaðhvørt til heimlond síni ella til Niðurlond.
Heilsumyndugleikar bæði uttanlands og herheima hava undirstrikað, at vandin fyri almennu fólkaheilsuni er sera lítil, og eigur hantavirus ikki at verða samanborið við koronu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald