2020-01-25 10:28

Hósdagin fór Mykines av Havnini og setti kós móti Tórleifshøfn í Íslandi, men veðrið var sera vánaligt, og tá tað var komið nakað vestur í hav, fekk skipið ein sjógv.
Jn.fo skrivar, at avgerð varð tikin um at venda við aftur, og kom skipið á Havnina aftur seinnapartin í gjár.
Skipið hevur fingið nakað av skaða, men ógreitt er, hvussu umfatandi skaða talan er um.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald