Nógva staðni, bæði í Føroyum og í londunum kring okkum fóru fólk tíðliga undan fjaðrunum í morgun fyri at síggja eitt serligt fyribrigdi á himmalhválvinum.
Í Føroyum kundu náttarravnarnir tó trygt leggja seg aftur, tí einki sást til blóðmánan her á leiðum í nátt. Tað var skýggjað.
Men har klárviðrað var kundu fólk síggja hvussu mánin spakuliga varð huldur av einum skugga og skifti til ein reydligan lit. Tí verður fyribrigdið kallað blóðmáni.
Talan er um eina mánamyrking, tí skuggin av jørðini rakar beint á mánan. Men partar av sólarstrálurnar boyggjast í jarðaratmosferuni og virka eina og ein prisma. Hetta merkir, at reyða ljósið kortini rakar mánan.
Næsta mánamyrking á okkara leiðum verður at síggja nýggjársaftan 2028, skrivar dr.dk.
Vit hava fingið eina mynd frá lesara, sum hevur sæð blóðmánan í nátt. Hesin varð staddur á Norðsjónum.
Herundir hava vit savnað nakra av mongu myndunum av blóðmánanum í nátt, sum EPA-myndatænastan hevur sent út
Ungarn
Prag
Nürnberg
Meksiko
Madrid
Herten, Týskland
Buenos Aires
Brússel
Alicante
Budapest
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald