Í morgun varð farið undir at pumpa sjógv úr bátahylinum niðri í Urð í Kvívík, og fyrrapartin fór ein gravkúgv koyrandi oman á botn og byrjaði at grava sand upp af botni.
Við jøvnum millumbilum verður bátahylurin í Kvívík tømdur. Seinast tað hendi var beint fyri aldarskiftið.
- Endamálið við hesum er at skifta festini á botni út, sum smábátarnir brúka til fortoyning tá teir liggja fyri íla í hylinum. Hetta má gerast av og á, greiðir Heri Müller, borgarstjóri í Kvívík frá.
Talan er ikki um nakað stórarbeiði, og borgarstjórin roknar við, at tá farið er inn í næstu viku, verður bátahylurin fyltur aftur.
Brúktu portrið javnan fyrr
Tað er lætt at tøma hylin í Kvívík, tí portur er til innsiglingina. Fyrr var vanligt at seta portrið í, tá nógvur súður var í sjónum. Krani er installeraður á kantinum við tí endamáli at seta portrsplankarnar í.
- Tá hevði útróðurin størri týdning fyri bygdina. Nú eru bara tríggir-fýra útróðrarbátar eftir, og teir hava góðar umstøður í nýggja bátahylinum inni á Válinum, greiðir borgarstjórin frá.
Kvívík er brimpláss, og tí ber ikki til at hava bátar liggjandi við bátabrúgvar inni í hylinum. Teir mugu liggja fyri íla, so teir liggja mitt úti í hylinum. Tí verður havnin bert brúkt av smábátum á summartíð.
- Tað munnu vera eini 15 ár síðani at vit góvust við at seta portrið í vegna veður, heldur Heri Müller.
Sandurin gravaður upp
Tá botnurin er reinsaður verður farið undir at gera eitt nýtt festi eftir botninum. Boyur verða so settar í festið, sum bátarnir kunnu binda í.
Nakað av sandi, sum er komið inn í bátahylin verður fyrst reinsað burtur. Í fyrstu atløgu verður sandurin lagdur á havnarlagið, so at sjógvurin kann renna frá.
- Sandurin verður síðan burturbeindur onkra staðni uppi á landi. Talan er um fínan sand eins og vit síggja á Leynasandi. Vit hava umhugsað at brúka hann til okkurt endamál, kanska á gøtur, men møguliga er hann ov fínur, sigur Heri Müller, borgarstjóri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald