2024-07-19 21:33
Hóast veðrið í dag als ikki kann samanberast við Ibiza-líknandi umstøðurnar á Gøtusandi í gjár, er lagið framvegis gott í Syðrugøtu.
Lokala stjørnan Eivør hevur verið á palli og tað hava millum annað Knút og Dania O. Tausen eisini.
Um eina løtu spælir bretin Jamie Grey og klokkan 22:45 fer eitt av stóru útlendsku nøvnunum í ár á pallin. Norska Highasakite spælir á sandinum kl. 22:45.
Sí myndir, sum Jens Kr. Vang hevur tikið í kvøld:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald