Eitt lítið ár eftir, at fyrsta skotið varð latið av, varð seinasta skotið í Húsareynstunlinum latið av í dag, og tunnilin skotin ígjøgnum.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Tróndur Sigurðsson, formaður í teknisku nevnd, tóku sær av hesum, og tað gjørdu teir væl. Men var tað nakar, sum kom eftir at síggja og hoyra buldur og brak, so gjørdist ein skuffaður.
Tað var nevniliga lítið at hoyra til nakað buldur og einki sást til nakað.
Arbeiðið at spreingja tunnilin hevur gingið skjótt hóast tilfarið undir Húsareynið ikki er tað besta. Eftir ætlan verður koyrandi gjøgnum tunnilin 1. november.
Sí myndir frá hátíðarhaldinum á Oyggjarvegnum seinnapartin:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald