Á Listasavni Føroya eru tey í holt við at leggja seinastu hond á nýggja serframsýning, sum hesaferð fer at snúgva seg um trúgv. “Myndir í trúnni” kallast framsýningin.
Fernisering verður fríggjadagin klokkan 16 til 18.
Framsýningin setir sjóneykuna á trúgv og átrúnað í føroyskari list, og týdningin, sum átrúnaður hevur og hevur havt fyri føroyingar og føroyska samfelagið.
Stutt um framsýningina:
Í føroyska samfelagnum hevur trúgv fylt ógvuliga nógv, og tað ger hon í stóran mun enn í dag. Taka vit átrúnað, er tað serliga kristindómurin, sum fyllir nógv í Føroyum. Áðrenn Føroyar vórðu kristnaðar, var tað ásatrúgv, eisini nevnd norrøna gudalæran, sum var høvuðstrúgvin undir fornøld og víkingatíðini. Hægstu gudarnir, eisini kallaðir æsir, vóru í ásatrúnni Óðin og Tórur.
Men hvussu er trúgv avmyndað í føroysku listini? Tað ber til at síggja á hesi framsýningini.
Framsýningin sýnir fram eitt breitt úrval av listaverkum, ið viðgera trúgv. Eldsta verkið á framsýningini er frá 1842, og nýggjasta verkið er gjørt í 2022. Meðan summi av verkunum snúgva seg um kristindóm, snúgva onnur seg um norrønu gudalæruna, umframt eina meiri abstrakta, andaliga trúgv.
Til ferniseringina fer Karina Lykke Grand, stjóri á listasavninum, at bjóða vælkomin, og síðan fer Theodor Eli Dam Olsen, prestur, at bera fram røðu og seta framsýningina.
Hesi listafólkini verða umboðað á framsýningini: Astrid Andreasen, Jóhan Martin Christiansen, Edward Fuglø, Sigrun Gunnarsdóttir, Heiðrik á Heygum, William Heinesen, Astri Luihn, Oggi Lamhauge, Marianna Matras, Anker Mortensen, Rannvá Holm Mortensen, Sámal Joensen-Mikines, Torbjørn Olsen, Tróndur Patursson, Eli Smith, Vár Samuelsen, Eleanor C. Tscherning og Tita Vinther.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald