2024-06-17 20:34
Móttøka var á Argjum í dag tá nýggja sambýlið í Reynstúni varð liðugt.
Arbeiðið byrjaði á sumri í 2022.
Articon hevur staðið fyri jørðarbeiði og allari bygging, Maria Poulsen hevur gjørt HVS og ventilatión, og El.fo, hava staðið fyri EL og ABA skipan.
Almanna- og mentamálaráðið sigur, at 18 fólk, sum í dag búgva á Eirargarði, fara í næstum at flyta inn í nýggjar góðar umstøður, bygdar júst til teirra tørv.
Røðan sum Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, helt í sambandi við móttøkuna, kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald