2020-03-01 10:19
Tað var av ringasta veðri í Hvalba í gjár. Grótkastið uttan fyri havnina er illa farið, men eisini fleiri neyst og bátar fóru í illveðrinum.
Les: Brimgarðurin farin í ódnarveðrinum
Í gjárkvøldið var so nógvur uppgangur, at ein slanga, sum lá eftir sandinum, skolaði heilt niðan á vegin út í Nes, so ikki varð koyrandi eftir vegnum, har tað í løtuni eisini fer stórt vegarbeiði fram í sambandi við tunnilsgerðina.
Helst er skaði hendur á grótkasti til bátahylin úti í nesi eisini.
Rúni Thomsen hevur tikið hesar myndirnar í Hvalba í morgun
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald