2023-05-08 18:11
Norðurlandahúsið bjóðaði í dag í føðingardag, nú tað eru 40 ár síðani húsið á fyrsta sinni læt upp.
Gunn Hernes, stjóri, bjóðaði vælkomin, og eisini vóru fleiri røður á skránni.
Í kvøld verður eisini konsert við Anniku Hoydal. Tá ið Norðurlandahúsið í Føroyum lat upp sunnudagin 8. mai 1983 spældi Annika Hoydal saman við Lars Trier á gittara á fyrstu konsertini í Norðurlandahúsinum. Nú 40 ár seinni mánakvøldið 8. mai 2023 stendur hon aftur á pallinum saman við sínum nýggja føroyska bólki á júst sama palli.
Sí myndir sum Jens Kristian Vang tók fyri Tórshavnar kommunu seinnapartin:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald