Seinnapartin handaði franski sendiharrin í Danmark, Christophe Parisot, Rólandi í Skorini franska heiðursteknið “l’Ordre des Palmes académiques, grade chevalier”.
Tað vil siga, at Róland er riddari í franska heiðurstekninum akademisku pálmarnar, sum Napoleon Bonaparte legði lunnar undir longu í 1808, tá hann var keisari, at heiðra undirvísarar og granskarar innan hægri lestur. Í 1955 staðfesti franski forsetin, René Coty, akademisku pálmarnar sum eitt heiðurstekin við trimum tignarstigum.
Róland í Skorini fær heiðursteknið fyri á serliga virknan hátt at hava breitt út vitan um franskt mál, franska mentan og annars ymsa vitan um Frakland alt sítt professionella lív, men eisini í øllum lívsins viðurskiftum.
Her í Føroyum kenna vit Róland sum eldhugaðan studentaskúlalærara í fronskum og religión, sum ongantíð setist aftur, tá boð eru eftir hansara servitan, antin í útvarpi, sjónvarpi, til ráðstevnur, kristiligar fundir, í tulking og skeiðsvirksemi og mongum øðrum høpum.
Róland varð føddur í 1948, tók studentsprógv í Hoydølum í 1968 og magistaraprógv í fronskum og religión í 1975 frá Århuus Univeristeti og Oslo Universiteti.
Róland er giftur við Elsu í Skorini, fødd Absalonsen, og eiga tey børnini Pól, Stefan, Heina og Mariu eins og 13 abba- og ommubørn.
Nógvar í tali eru námsferðirnar til Paris, Rennes, Fougères, Marseille og aðrastaðni, har ein fastur táttur var at vitja ein samstarvsskúla og knýta bond millum næmingar og lærarar úr Føroyum og Fraklandi. Mangar eru temaferðir Rólands til Fraklands í frítíð síni til at seta seg meira inn í samfelagið har, søgu og mentan sum heild, men ikki minst søgu Huguenottana, meira inn í Holocaust í Fraklandi og Nazitíðina sum heild, í onnur franskttalandi øki, t.d. eitt langt skeið um samfelag, mál, mentan og religión í franskttalandi afrikanska landinum Senegal og so framvegis.
Sum lærari og lestrarvegleiðari hevur hann eggjað øðrum til og sett nýggjar fransktlærarar við. Og seinnu árini hevur hann arbeitt við og saman við Sprotanum givið út franskt/føroyska orðabók – tann fyrsta og einasta av sínum slagi.
Og framvegis er Róland javnan at hoyra sum viðmerkjari í m.a. Kringvarpi Føroya, tá forsetaval ella parlamentsval er í Fraklandi ella onkur onnur sermerkt hending.
Netverk Rólands er tí stórt og fjølbroytt í dag, har lívlong vinabond eru knýtt og støðugt hildin viðlíka, tí hann ferðast ótarnaður frá føroyskum veruleika inn í franskan og so aftur í føroyskan í tvørfakligum, tvørmentanarligum og fleirmálsligum lættleika.
Sí myndir frá tiltakinum seinnapartin:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald