2021-04-14 16:51
Í allan dag hevur nógv virksemi verið í Sandagerði. Fleiri telt eru sett upp á sandinum, og ein rúgva av fólki gongur í vesti.
Upptøkur til sjónvarpsrøðina Trom verða gjørdar í Sandagerði. Í gjár varð fiktivur grindarakstur filmaður í Nólsoyarfirði, og í dag eru tey á sandinum og gera upptøkur til krimirøðina.
Sagt verður, at tað framvegis mangla statistar, og tað hevði frøtt fyriskipararnar um fólk komu ein túr framvið. Tikið verður upp til klokkan 19 í kvøld.
Ólavur Frederiksen, myndamaður hjá Faroephoto, tók hesar myndirnar seinnapartin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald