2019-12-14 17:16
Tey hava borið skjótt at. Í januar varð gamla framsýningarhøllin í Akranesgøtu í havnardali tikin niður, og í dag var upplatingarveitsla í nýggjari høll.
Bilasølan Wenzel hevur nú stásiligar umstøður at taka ímóti kundum sum ynskja sær ein Ford, Volvo ella kanska ein brúktan bil.
40 fólk arbeiða hjá bilasøluni. Rúni Djurhuus er stjóri í fyritøkuni.
Sí myndirnar, sum fotografurin Jens Kristian Vang tók seinnapartin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald