Innanlands

Myndir: Valfundur á Kambsdali

Forfólkini kjakaðust um ymisk evni útfrá spurningum úr salinum. Sambandsflokkurin var greitt størsti flokkur í valinum hjá teimum ungu - eisini Miðflokkurin og Sjálvstýri fingu góð úrslit

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-12-06 16:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðani miðnámsskúli kom í Eysturoynni í 1980'unum - í byrjanini var hann í Gøtugjógv - hevur stórur valfundur verið stutt undan løgtingsvali og fólkatingsvalið. 

Beint fyri døgurða í dag savnaðist fleiri hundrað fólk í ítróttarhøllini á Kambsdali. Størsti parturin vóru næmingar á miðnámsskúlanum, men nógv valevni hjá flokkunum vóru eisini komin at tosa við møguligar veljarar og geva ymiskt, og av tí at tað var ein almennur fundur, vóru onnur fólk eisini í høllini í dag.

Huglagið var gott, og lærarin í samfelagsfrøði, valserfrøðingurin og dagsins orðstýrari, Jóannes Hansen, segði at byrja við, at talan er um eina veitsluviku fyri fólkaræði í Føroyum, og at tað er umráðandi ikki at taka fyri givið, at vit millum annað hava høga valluttøku her. Hann nevndi eisini, at umleið 50 av teimum 169 valevunum hesuferð, áður hava gingið á Miðnámi á Kambsdali ella á HF-skeiðnum í Klaksvík.

Tað vóru forfólkini í teimum sjey flokkunum, ið fingu góða tíð at geva greiðu fyri sínum sjónarmiðum. Evnini, ið vóru tikin upp, vóru tey, ið spurningar komu um úr salinum: Sálarheilsa, frítøka av MVG, próvtøl og próvtøkur, rættartrygd og til seinast tøku- og tilfeingisgjøld.

Ein umráðandi partur av hesum valfundunum eru veljarakanningarnar. Næmingarnir velja áðrenn valfundin og so - gjøgnum teldupst - tá fundurin nærum er komin at enda. Ikki øll, ið atkvøða, hava valrætt hósdagin, men áhugavert er at hoyra hesi tølini.

Sambandsflokkurin var greitt størstur áðrenn valfundin í dag, men hevði eina afturgongd gjøgnum fundin. Miðflokkurin stendur sterkur við næstan 13 prosentum - ið svarar til fýra tingfólk. Tjóðveldi hevði størstu framgongdina frá fyrra til seinna valið -  Javnaðarflokkurin hevði størstu afturgongdina.

Framsókn stóð næstan í stað. Fólkaflokkurin stendur sterkur í økinum, men hevði eina afturgongd á eitt prosentstig. Sjálvstýri gekk fram við 2,1 prosentstigum. Um hetta verður úrslitið hósdagin, kemur Sjálvstýri ikki bara um tinggáttina, men fær tvey tingfólk.

Prosenttal til kanningina áðrenn fundin - seinna valið (tal av tinglimum)


Sjálvstýri: 2,3 % - 4,4 % (2)

Framsókn:
4,2 % - 3,9 % (1)

Tjóðveldi:
8,0 % - 10,8 % (4)

Miðflokkurin:
11,0 % - 12,7 % (4)

Javnaðarflokkurin: 20,5 % - 17,2 % (6)

Fólkaflokkurin:
23,2 % - 22,2 % (8)

Sambandsflokkurin:
30,8 % - 28,8 % (10)


Les eisini: Veljarakanning: Fólkaflokkurin buldrar fram


Sí fleiri myndir, ið Sverri Egholm tók á Kambsdali í dag, niðanfyri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder