Innanlands

Myndir: Widerøe byrjað uppá regluliga flúgving við propell flogfari

Sí myndir av flogvøllinum seint fyrrapartin, tá fyrsta flogfarið lendi

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-09-03 13:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Norska flogfelagið Widerøe fór í dag undir regluliga rutuflúgving millum Føroyar og Bergen.

Fyrsta flogfarið lendi beint fyri klokkan 12.

Flogið verður tvær ferðir um vikuna, mánadagar og fríggjadagar.

Widerøe fer at nýta flogfør av slagnum Bombardier Dash 8 Q400 til flúgvingina.  Hesi taka 78 ferðandi og fer túrurin at taka umleið ein tíma og trý korter. Um tørvur verður á tí hevur felagið møguleika at nýta størri flogfør.

Widerøe er størsta regionala flogfelag í Skandinavia og hevur beinleiðis samband úr Bergen til 40 aðrar býir í Noregi, umframt ferðamál í øðrum londum um okkara leiðir.

Sí myndir sum Jens Kristian Vang tók á flogvøllinum fyri løtu síðani:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder