
Tað kann vera trupult hjá næmingur, hvørs foreldur arbeiða uttanlands, at megna undirvísingina á miðnámi í Føroyum, um tey ikki hava føroyskt fólkaskúlaprógv. Men í Skúlanum á Fløtum er fjarlestrarundirvísing ikki ókent.
Tá Skúlin á Fløtum var á tekniborðinum, var lagt soleiðis til rættis, at ein stova í hvørjum árgangi frá, fimta flokki, kann vera fjarlestrarstova. Í hesum stovum ber til at hava tríggjar fjarlestrarnæmingar, og tí kunnu vera tríggir næmingar í hvørjum árgangi frá fimta flokki og uppeftir.
- Nógv foreldur, sum arbeiða uttanlands, hava ikki lagt upp fyri, hvussu tvørligt tað kann vera hjá børnunum at koma víðari í skúlaskipanini í Føroyum við ongum føroyskum fólkaskúlaprógvi. Tí er mangan neyðugt, at børnini mugu taka ymisk skeið ella annað, ið ger tey betur før fyri at koma víðari í skúlaskipanini í Føroyum. Tá ið vit fingu fyrispurning um at geva hesum børnum undirvísing, settu vit okkum fyri at fáa tað at bera til. Tað passar væl til okkara virðisgrundarlag, tí hetta eru føroysk børn, og tey eiga at verða integrerað í føroyska skúlafelagsskapin. Vit eiga at kunna lofta teimum, og vit hava kt-útgerð, sum ger, at tað ber til, sigur Regin Marnersson, skúlastjóri við Skúlablaðið.
Fjarlestrarundirvísingin fyri útisetabørnini er partur av eini royndarverkætlan, sum byrjaði við einari familju við trimum børnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald