Næmingar hava skriva jólaheilsanir í túsundavís

Bara frá Skúlanum á Fløtum í Havn vóru yvir 1.400 jólakort send avstað í dag

(Mynd: Skúlin á Fløtum)

(Mynd: Skúlin á Fløtum)

2024-11-27 16:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í hesum døgum eru tað nógvar ommur, abbar, gubbar, gummur og onnur, ið kunnu vænta sær eina fitta heilsan frá einum barni, sum gongur í føroyska fólkaskúlanum.

Nám og verkætlanin Føroyar Lesa hava sent umleið 15.000 jólakort í frankeraðum við frímerki og jólamerki til næmingar í føroysku skúlunum. Nógvir skúlar hava tikið undir við átakinum og eggja næmingunum at senda jólakort til onkran, sum tey vilja ynskja eini gleðilig jól.

[object Object]

[object Object]Regin Marnersson skúlastjóri letur tær 1.400 jólaheilsanirnar til postmannin (Mynd: Skúlin á Fløtum)

Ein av allarstørstu skúlunum í Føroyum, Skúlin á Fløtum í Havn, skrivar á heimasíðini, at har haðani hava tey í morgun sent omanfyri 1.400 jólakort við eini persónligari heilsan avstað.

Skúlin skrivar, at mestsum allir næmingarnir í Skúlanum á Fløtum, Gulaskúla og í Lopfjølini hava seinastu dagarnar skrivað jólakort.

Skúlin hevur tikið væl ímóti átakinum, sigur Regin Marnersson, skúlastjóri. 

- Tey allarflestu hava skrivað jólakort til ommur, abbar, foreldur og aðra familju. Nøkur hava skrivað til vinfólk og kenningar. Og onkur einstakur hevur eisini sent mær eina jólaheilsan, sigur Regin við einum smíli. 

Jólakortini eru eitt átak hjá Føroyar lesa. Regin sigur, at hetta er eitt stuttligt og serligt átak, har næmingarnir fáa høvi at gleða onkran við at senda eina heilsan øðrvísi enn tey eru von við. 

Við upp á at senda ‘gamaldags heilsan’

- Tá vit spurdu, vóru tað bara nøkur heilt fá, ið kendu til jólakort og enn færri, ið høvdu roynt at skriva ella tekna eitt. So tá vit høvdu greitt frá, hvat jólakort merktu fyri tey, ið eru nakað eldri enn hesi, sum nú ganga í skúla, vóru tey beinanvegin við upp á at senda eina "gamaldags heilsan", sum tey nevndu tað.

So næmingarnir frá forskúla til 9. flokk hava teknað og skrivað heilsanir til bæði nær og fjar seinastu vikuna. Tey flestu brøvini eru til adressur í Føroyum. Nakað av heilsanum fara til Danmarkar og onnur norðanlond, men her vóru eisini heilsanir til m.a. Fraklands, Senegal, Italia og so langt sum til Avstralia. 

Skúlin á Fløtum hevur tikið væl undir við átakinum og mælir til, at hetta eisini verður samskipað av Føroyar Lesa næstu árini. 

- Ja, hetta halda vit fegin fram við, um Føroyar Lesa og Posta stuðla einum slíkum átaki aftur næsta ár. So vónandi heldur næsti stjórin í Posta eisini, at hetta er eitt gott hugskot, sigur Regin Marnersson við heimasíðuna hjá skúlanum. 

Vónandi verður hettta eitt afturvendandi tiltak

Eisini á Námi, har Føroyar Lesa heldur til, hava tey fingið jaligar afturmeldingar um átakið við at eggja næmingunum at skriva jólaheilsanir.

Ein lærari skrivar soleiðis:

“Góðu tit øll, sum hava skipað fyri hesum sera góða og hugnaliga tiltaki.

Hetta hevur verið sera áhugavert at gera saman við næmingunum og tey hava lært nógv, nú vit hava skrivað jólakort.

Fleiri av okkara næmingum høvdu ongantíð hoyrt um frímerki. Fleiri høvdu ongantíð skrivað bræv í hond og fleiri vistu ikki hvør bústaður teirra var.

Vónandi verður hetta eitt afturvendandi tiltak.”

Herundir er ein filmur um átakið, sum nakrir næmingar á NámX gjørdu hava gjørt um átakið



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder