Innanlands

Næmingar í 7. flokki fáa fyrstuhjálparskeið næstu árini

Jaligar afturmeldingar hava verið eftir royndarárið 2024/2025. Reyði Krossur Føroya metir, at øll eiga at duga fyrstuhjálp

Tað er Jákup av Skarði, sum er samskipari av fyrstuhjálparskeiðum (Mynd: skulabladid.fo)

Tað er Jákup av Skarði, sum er samskipari av fyrstuhjálparskeiðum (Mynd: skulabladid.fo)

2024-10-14 19:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Reyði Krossur Føroya bjóðar í samstarvi við Betri Stuðul næmingum í 7. flokki kring alt landið ókeypis skeið í fyrstuhjálp. 

Hesum boðar Skúlablaðið frá á heimasíðu sínari.

Í 2023/2024 fingu allir næmingar í 7. flokkum í Føroyum fyrstuhjálparskeið. Nøgdsemi og jaligu afturmeldingar hava við sær, at Betri Stuðul leingir avtaluna. Avtalað er, at skúlaárini 2025/2026 og 2026/2027 verða fyrstuhjálparskeið boðin øllum 7. flokkum í skúlunum í Føroyum. Í hesum skúlaárinum fáa somuleiðis næmingarnir í 8. flokki sama tilboð.

-Reyði Krossur Føroya metir, at øll eiga at duga fyrstuhjálp. Við hesum samstarvinum við Betri Stuðul er gott grundarlag at røkka hesi hugsan.

Undirvísingin gevur ætlandi næmingunum møguleikan at ”halda høvdið kalt” í eini bráðstøðu og hjálpa einum skaddum á bestan hátt, um tað er at hjúkla um ella at hjálpa á staðnum og møguliga ringja 1-1-2.

- Duga tey fyrstuhjálp, kunnu tey bjarga lívinum á øðrum, um illa vil til. Tað er besta gávan, vit kunnu geva – bæði næmingunum og samfelagnum sum heild. Tað er ein íløga í eitt hægri trygdarstig, tí tess fleiri, ið duga fyrstuhjálp, tess tryggjari eru vit øll.

Hetta stendur millum annað á endurgeving á heimasíðuni hjá Betri.

Tað er Jákup av Skarði, sum er samskipari av fyrstuhjálparskeiðum.

Ynski er, at næmingarnir eisini nýta vitanina til at hugsa seg um og meta um, hvussu tryggast er at vera í eini og hvørji støðu – soleiðis at skaði helst ikki verður, staðfestir Skúlablaðið.

- Næmingar í hesum aldri eru virknir innan nógvan ítrótt og somuleiðis í øðrum frítíðarítrivum. Somuleiðis eru mong tilboð á kvøldi og í vikuskiftum, har annar vaksin ikki altíð eru hjá. Tá er serliga gott, at tey ungu duga at ansa sær og somuleiðis at hjálpa øðrum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder