Mentan

Næmingar í Stranda musikkskúla hava almenna jólakonsert

Konsertin í Stranda skúla byrjar klokkan 17 í morgin

Ljóðførini, ið næmingarnir spæla á, eru horn, tvørfloytu, klarinett, klaver, guittar og trummur

Ljóðførini, ið næmingarnir spæla á, eru horn, tvørfloytu, klarinett, klaver, guittar og trummur

2022-11-30 18:15 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Árliga jólakonsertin hjá Stranda musikkskúla verður í forhøllini í Stranda skúla í morgin, hósdagin 1. desember klokkan 17.

Í Stranda musikkskúla ganga næmingar til horn, tvørfloytu, klarinett, klaver, guittar og trummur.

Konsertin er almenn og ókeypis og er umleið ein tíma til longdar.

Sjóvar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder