Mentan

Næmingar úr Tórshavn og Hafnarfirði í samspæli

Konsert saman við næmingum úr Íslandi verður í Hátúni leygardagin

2023-03-29 19:03 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í apríl í fjør vitjaði strúkaraorkestur úr Tórshavnar Musikkskúla í Íslandi. Orkestrið framførdi millum annað í Hørpuni og í Musikkskúlanum í Hafnafirði.

Nú bjóðar Tórshavnar Musikkskúli íslendsku vinum sínum hendanvegin. Strúkarar úr Tórshavnar musikkskúla fara at venja saman við íslendska strúkaraorkestrinum fríggjadagin, og leygardagin 1. apríl er konsert í Hátúni við einari blandaðari skrá av klassiskum tónleiki umframt føroyskum og íslendskum tónleiki.

Dirigenturin á konsertini verður dugnaligi klarinettlærarin úr Hafnafirði, Ármann Helgason.

Konssertin verður leygardagin klokkan 15 í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla.

Sunnudagin fer ferðalagið úr Hafnafirði at uppliva ymisk støð í Føroyum áðrenn tey aftur fara heim til Íslands mándagin. 

Vitjanin er ikki bert ein møguleiki hjá tónleikarum úr báðum skúlunum at framføra saman. Hon er samstundis ein møguleiki hjá musikkskúlunum báðum at deila vitan og royndir. Vónandi verður hetta eitt framtíðar samstarv og ein styrkjan av mentanarliga bandinum millum Føroyar og Ísland.  


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder