Innanlands

Næmingaráðið í Tofta Skúla skipar fyri Grækarismessuhaldi

Tað verður í morgin, fríggjadagin 12. mars, klokkan ellivu í Geilini á Toftum

Mynd: nes.fo

Mynd: nes.fo

2021-03-11 17:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Grækarismessuhald verða kring landið í morgin ella í vikuskiftinum. 

Á Toftum er haldið heldur øðrvísi, tí tað eru næmingaráðið í Tofta skúla, ið skipar fyri Grækarismessuhaldinum. Hetta er tó ikki óvanligt á Toftum.

Tað verður eisini ein næmingur úr Tofta skúla, sum fer at halda røðu til Grækarismessuhaldið, ið verður í morgin, fríggjadagin 12. mars.

Felagssangur verður eisini á skránni. Haldið byrjar klokkan 11 í Geilini á Toftum, upplýsir heimasíðan hjá Nes kommunu.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder