Í gjár vórðu 100 fólk kannaði fyri COVID-19, og hjá seks teirra, varð úrslitið positivt. Sostatt eru í løtuni 9 skrásettir tilburðir í Føroyum.
Ein teirra er ein næmingur á Glasi, sum hevur verið á námsferð í Portugal.
Tilsamans vóru 11 næmingar við í ferðalagnum, og eingin teirra hevur verið inni á Glasi, síðan tey komu heim, sigur Steinbjørn Hardlei, rektari á Glasi, við Kringvarpið.
Allir næmingarnir í ferðalagnum hava verið í sóttarhaldi, síðan tey komu heim, sigur rektarin, sum higartil ikki veit um nakran annan næming, sum hevur víst sjúkueyðkenni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald