
Í gjár vórðu 224 fólk koppsett fyri koronu í Føroyum. Av hesum fingu 89 fyrra prikið, meðan 135 fólk fingu seinna prikið.
Hetta skrivar corona.fo.
Tilsamans eru nú 14.834 koppsetingar eru gjørdar í Føroyum. 9.641 fólk hava fingið fyrru koppsetingina, og 5.193 fólk hava fingið seinnu koppsetingina og eru harvið liðugt koppsett.
Í morgun varð boðað frá, at fleiri enn 5.000 skamtar av koppingarevni frá Pfizer/BioNTech komu til landið í gjárkvøldið, og at ein slík sending kemur í næstu viku eisini. Harvið skal tann breiða fjøldin koppsetast nú, sambært Heilsumálaráðnum.
Les eisini: Nú kunnu øll yvir 16 ár koppsetast
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald