2024-01-08 07:47
198 lastbilar við neyðhjálp fingu í gjár loyvi at koyra inn í Gaza umvegis Egyptaland.
Hetta er fyrstu ferð í fleiri vikur, at eitt so stórt tal av lastbilum við neyðhjálp hevur fingið loyvi at koyra inn í Gaza, skrivar DR.
113 av lastbilunum koyrdu við mati, og restin koyrdu við m.a. vatni og helivági í lastini.
Ísrael hevur verið fyri atfinningum fyri ikki at vera nóg skjót at góðkenna neyðhjálp til Gaza, og sambært fleiri hjálaprfelagsskapum hevur tað ikki verið møguligt at fáa ta neyðhjálpina inn í Gaza, sum tørvur er á orsakað av álopum í økinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald