Mentan

Nærum 89.000 fólk komu á gátt í fjør

2022 var eitt hendingaríkt ár hjá Býarbókasavninum, og tilsamans 59.269 bøkur og annað tilfar var lænt út, sum er 11 prosent meira enn árið fyri

(Mynd: Býarbókasavnið)

(Mynd: Býarbókasavnið)

2023-01-29 12:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

2022 var eitt sera gott og hendingaríkt ár fyri Býarbókasavnið í Havn, og bæði vitjanar- og útlánstøl eru vaksin munandi.

Býarbókasavnið skrivar í tíðindaskrivi, at í fjør vórðu tilsamans 59.269 bøkur og annað tilfar lænt á bókasavninum, sum er 11 prosent meira í mun til árið fyri. Seinastu árini hevur verið munandi vøkstur í útláni av e- og ljóðbókum, og í fjør var hetta 20 prosent av samlaða útláninum.

Sambært Býarbókasavninum komu tilsamans 88.976 fólk á gátt í 2022, sum er ein vøkstur upp á smá níggju prosent í mun til undanfarna ár.

– Vit fegnast um stóru framgongdina og eru serstakliga fegin um, at so nógv brúka bókasavnið. Býarbókasavnið er fyri øll, og tí hava vit altíð gjørt nógv burturúr at hava fjølbroytt, tíðarbært og áhugavert tilfar til láns og seta tænastur til ráðs og skipa fyri tiltøkum, sum skapa áhuga og ans fyri vitan, bókmentum, mentan og list.

Í fjør var serligur dentur lagdur á at gera Býarbókasavnið meira innbjóðandi við at innrætta ymsar partar av nýggjum. Víst verður m.a. á, at bókasavnið nú hevur fingið eitt artotek, har til ber at læna grafisk listaverk heim við, og at nýggja ungdómsbókasavnið er latið upp.

Býarbókasavnið hevur eisini skipað fyri nógvum tiltøkum, eitt nú regluligum skriviverkstovum, málkafé, bindiskeið, bókakafé, og lesiringakvøld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder