Innanlands

Nærum allur umsetningur horvin

- Tað almenna átti at sett seg meira inn í, hvussu ferðavinnan arbeiðir. Vit áttu at verið eitt ár frammanfyri, og tað er nú um veturin, tá eingin peningur kemur inn, at ferðavinnan hevur brúk fyri hjálp, sigur Regin Bláhamar

Regin Bláhamar (Mynd: Jens Kr. Vang)

Regin Bláhamar (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-11-01 08:04 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

Regin Bláhamar, ið hevur yvirtikið Toru Tourist frá pápa sínum, Sámali Bláhamar, roknar við, at missurin í inntøkum fer at liggja um 83 prosent, tá árið er av.

Felagið hjá honum rekur tveir stórar og ein minni buss, har størsti parturin av viðskiftafólkunum eru útlendingar.

Spurdur um, hvørt tað almenna átti at komið vinnuni meira til hjálpar, sigur Regin Bláhamar, at tað heldur hann.

- Tað almenna átti at sett seg meira inn í, hvussu ferðavinnan arbeiðir. Vit áttu at verið eitt ár frammanfyri, og tað er nú um veturin, tá eingin peningur kemur inn, at ferðavinnan hevur brúk fyri hjálp. Eisini eiga landsmyndugleikarnir at vísa størri áhuga fyri ferðasmiðjunum og spyrja teir, hvussu teir hava tað, og hvussu teir síggja støðuna.

Les alla greinina ókeypis í Blaðnum Vikuskifti, sum er nýggja blaðið hjá Portalinum, og sum kemur út hvønn leygarmorgun klokkan 7.

[object Object]

 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder