2021-04-27 10:01

Í gjár, mánadagin 26. apríl, varð koppsett fyri koronu á teimum trimum sjúkrahúsunum.
Tilsamans vórðu 961 fólk koppset - 930 fólk fingu fyrra prikið, og 31 fingu tað seinna. Hetta skrivar corona.fo.
Nú eru í alt 19.262 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 13.686 fólk hava fingið fyrru koppseting. 5.576 fólk hava fingið seinnu koppsetingina og eru harvið liðugt koppsett.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald