Innanlands

Næstan 1000 fólk koppsett í gjár

Út í móti tveimum prosentum av fólkatalinum fingu í gjár seinna prikið. Nú eru 29,3 prosent av fólkatalinum í Føroyum liðugt koppsett

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-06-18 12:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein nýggj sending av koppingarevni frá Pfizer/BioNTech kom til Føroya í vikuni, og nú er aftur ferð komin á koppsetingina.

Tey flestu prikini, sum vórðu gjørd í gjár fóru til fólk, sum longu høvdu fingið fyrra prikið. 62 fólk fingu fyrra prikið meðan 925 fólk fingu seinna prikið, og eru liðugt koppsett.

Prosenttalið av fólki í Føroyum sum hevur fingið seinna prikið fór úr 27,6 prosentum og upp í 29,3 prosent.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder