2020-06-20 12:42
Sambært seinastu kanningarúrslitunum er enn eingin nýggjur smittutilburður staðfestur.
Landslæknin upplýsir, at 11.943 kanningar nú eru gjørdar, og at úrslitið av teimum seinastu 5.673 hevur verið negativt.
Sostatt er støðan framvegis tann, at tilsamans 187 føroyingar hava fingið staðfest koronasmittuna, og at eingin nýggjur tilburður er staðfestur síðan 22. apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald