Innanlands

Næstan 1.300 fólk fáa lønarískoyti

1.297 fólk, sum eru send til hús uttan at verða uppsøgd, eru nú skrásett hjá ALS – tey flestu av teimum eru kvinnur

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-03-30 10:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

ALS hevur nú skrásett 1.297 fólk, sum fáa lønarískoyti eftir at tey eru send til hús uttan at verða uppsøgd.

Sambært Kringvarpinum er talan um 739 kvinnur og 558 menn, og enn hevur ALS ikki viðgjørt allar umsóknirnar.

Um vikuskiftið segði stjórin í ALS, Magni á Deild Olsen, at uml. 40 prosent av teimum, sum tá vóru skrásett eru send heim uttan nakað arbeiði, og hava tey tá rætt til fult lønarískoyti, sum er 20.000 krónur um mánaðin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder