2021-04-09 10:05

Hósdagin varð koppsetingin við koppingarevninum frá Pfizer/BioNTech tikin uppaftur í Føroyum, og tá vórðu 716 fólk koppsett.
700 fólk fingu fyrru koppsetingina, meðan hini 16 fingu seinnu koppsetingina. Talan var um fólk, sum vórðu 75 ár og eldri, skrivar corona.fo.
Við hesum koppsetingunum eru nú tilsamans 11.494 koppsetingar gjørdar í Føroyum, síðan byrjað varð at koppseta 30. desember.
7.345 fólk hava fingið fyrru koppsetingina, meðan 4.149 eru liðugt koppsett. Tað svarar til ávikavíst 13,9 prosent og 7,8 prosent av fólkatalinum í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald