2021-04-16 10:24

Nú eru tilsamans 14.305 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 9.528 fólk hava fingið fyrru koppsetingina, og 4.777 fólk eru liðugt koppsett.
Tað merkir, at 17,9 prosent av fólkinum í Føroyum hava fingið fyrru koppsetingina, meðan níggju prosent hava fingið báðar koppsetingarnar.
574 fólk vórðu koppsett í gjár. Av hesum fingu 178 fyrru koppsetingina, og 396 fólk fingu seinnu koppsetingina.
Stórur partur av teimum, ið fingu seinnu koppsetingina í gjár, eru fólk, eldri enn 65 ár, sum fáa persónliga røkt, skrivar corona.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald