
Í gjár, mánadagin 8.11, vórðu 341 fólk koppsett fyri koronu. 116 fólk fingu fyrra prikið, og 61 fingu tað seinna. Flest vóru tó tey, sum fingu triðja prikið - 164 fólk. Samanlagt 2.934 fólk eru nú koppsett tríggjar ferðir, og
- Tá so nógv bera smittuna, sum talan er um nú, er vandin eisini størri fyri, at fólk í vandabólkum verða smittað, hóast tey eru koppsett. Tí hevur tað so stóran týdning, at tey fáa ta eyka verjuna, sum triðja prikið gevur – í fyrsta lagi fyri at verja tey sjálv, men eisini fyri at minka um vandan fyri nógvum innleggingum og harvið øktum trýsti á sjúkrahúsin
Hetta sigur Lars Fodgaard Møller í skrivi í dag, sum ber heiti "Besta verja er enn koppseting", ið speglar, eins og innihaldið ger tað, sum kom fram á tíðindafundinum hjá donsku stjórnini og donsku heilsumyndugleikunum í gjár.
Tey, ið higartil hava fingið tilboð um triðju koppsetingina, eru fólk eldri enn 65 ár, fólk yngri enn 65 ár, sum eru í serligum vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk, verða tey smittað við COVID-19, fólk við veikari immunverju ella sum taka heilivág, ið ger immunverjuna veikari, og starvsfólk á heilsu-, almanna- og eldraøkinum. Hetta skrivar corona.fo. Ein fortreyt fyri at fáa triðja prikið er, at tað í minsta lagi skulu vera gingnir seks og ein hálvur mánaði síðan annað prikið.
Yvir 40.452 fólk eru koppsett - yvir 90 prosent av teimum yvir tólv ár. Lars Fodgaard Møller leggur eftir teimum ókoppsettu í skrivinum - tó uttan at beinleiðis vísa á nøkur føroysk tøl.
- Tað eru tey ókoppsettu, sum eru miðdepilin fyri smittuútbreiðsluni. Tað vísa kanningar í londunum rundan um okkum, og vit hava onga grund at halda, at støðan í so máta er øðrvísi í Føroyum. Eisini eru tey ókoppsettu í fleiri ferðir so stórum vanda sum koppset fyri at gerast so sjúk av COVID-19, at tey mugu leggjast inn á sjúkrahús. So tey ókoppsettu seta ikki bara seg sjálv í óneyðuga stóran vanda, men eru eisini í nógv størri mun enn onnur við til at leggja trýst á alt heilsuverkið", sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald