2021-01-26 15:40

Arbeiði í Sandoyartunnlinum heldur fram, og í síðstu viku vóru boraðir 124 metrar. Nú eru samanlagt boraðir 6.941 metrar av 10.785 metrum, skrivar "Sandoyartunnilin" á Facebook.
Í Traðardali vóru boraðir 81 metrar. Har eru nú boraðir í alt 3.716 metrar.
Á Gomlurætt vóru boraðir 43 metrar í síðstu viku. Har eru nú boraðir í alt 3.225 metrar.
Her ber til at síggja longd og dýpd. Eisini ber til at fylgja við boringini og síggja á korti, hvussu langt boringin er komin.
Les eisini:
Ongar ítøkiligar ætlanir fyri Gomlurætt
Fyrireikingarnar til Suðuroyartunnil næsta ár
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald