Føroyingar eru tvíbýttir í spurninginum um hvat tey halda um tiltøkini, sum landsstýrið setti í verk í dag til tess at mótvirka corona-smittuni í Føroyum.
Tá Spyr.fo fyri Portalin spurdi 500 vaksnar føroyingar ymsar spurningar um corona-tiltøkini, ljóðaði ein spurningur: Hvat heldur tú um tiltøkini, sum í dag eru sett í verk mótvegis corona-smittuni?
Og úrslitið av hesi kanning vísir, at tað nærum eru eins nógv, sum halda, at tiltøkini eru ov veik og so tey, sum halda, at tiltøkini eru nøktandi.
44,4 (+/- 4,36) prosent av teimum spurdu halda, at tiltøkini eru ov veik, meðan 44,6 (+/- 4,36) prosent halda, at tey eru nøktandi.
Bert 6,4 prosent (+/- 2,15) halda, at tiltøkini eru ov ógvuslig, meðan 4,6 prosent (+/- 1,84) siga seg ikki vita.
Les eisini: Fólkið við støðga flogferðsluni
(rættað kl. 17.02)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald