
P/F Wenzel hevði eitt gott ár í fjør. Botnlinjan sigur eitt avlop upp á 9,6 milliónir í mun til eitt yvirskot upp á 12,6 milliónir árið fyri.
Korona gjørdi at sølan av bilum stegaði upp á vári í fjør, men kortini hevur bilasølan eitt gott úrslit. Bruttovinningurin er 27,1 milliónir í mun til 28,5 milliónir í 2019. Starvsfólkaútreiðslurnar eru farnar eitt vet upp, úr 11 milliónum og upp í 12,6 milliónir krónur.
Eginpeningurin er 27,7 milliónir krónur, og sambært Vinnuvitan.biz hava eigararnir av felagnum fingið átta milliónir í vinningsbýti fyri 2020.
Í roknskapinum stendur, at felagið í ár væntar at virksemið verður á sama støði sum í 2020, og tað kemur væntandi at hava við sær eitt úrslit á sama støði sum í fjør.
Stjóri í felagnum er Rúni Martinsson Djurhuus. P/F Wenzel umboðar merkini Volvo, Ford og Mazda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald