placeholder
Innanlands

Næstan trý prosent liðugt koppsett

326 fólk vórðu koppsett í Klaksvík og í Havn í gjár – Higartil eru 5.682 koppsetingar gjørdar í Føroyum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-02-21 14:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Koppsetingin í Føroyum er nú tikin uppaftur eftir stytri steðg.

Í gjár vórðu 326 fólk koppsett á Klaksvíkar sjúkrahúsi og á Landssjúkrahúsinum. Av teimum vóru 33 fólk, sum fingu fyrru koppseting, og 293, sum fingu seinnu koppseting.

Samanlagt eru nú 5.682 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 4.167 hava fingið fyrra prikið, og 1.515 eru liðugt koppsett.

Hetta svarar til, at 7,9 prosent av fólkinum eru vorðin koppsett, og 2,9 prosent av fólkinum hava fingið bæði fyrru og seinnu koppseting.

Les eisini: Hevur gingið væl at koppseta í Føroyum

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder