2022-12-25 10:00

Higartil hava jólini verið rættiliga friðarlig hjá løgregluni, verður upplýst av løgreglustøðini í Havn í morgun.
Men í gjárkvøldið og í nátt hevur verið fitt av vindi og avfalli, og hevur løgreglan í hesum sambandi fingið nakrar fráboðanir um vatnskaðar.
Vatn kom eitt nú inn í eina garasju, og vatn fór eisini at dryppa úr loftinum í onkrum húsum.
– Vit hava fingið einar fimm-seks fráboðanir, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn. Tær komu m.a. úr Eysturoynni, av Sandi og úr høvuðsstaðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald