2021-09-21 10:39

Løgreglan fekk í gjár fýra fráboðanir um vindskaðar. Allar komu úr norðurøkinum.
Í Haraldsundi koppaði ein viðfestivognur seinnapartin, men annars var talan um smáar skaðar.
Í dag er framvegis fitt av vindi, og veðurstøðirnar boða frá meira vindi út á seinnapartin og í kvøld.
Landsverk ávarar eisini um nógvan vind á vegastrekkjum, sum liggja høgt. Serliga á Ørðaskarði í Suðuroy og á Norðradalsskarði á Streymoynni er heilt nógvur vindur. Men bilar verða eisini bidnir um at ansa eftir í Klaksvík, á vegnum til Viðareiðis, um Gjáarskarð, við Norðskálatunnilin eystanfyri, á Velbastaðhálsi og Porkerishálsi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald