Innanlands

Nakrar vikur áðrenn orsøkin er greið

Teknikkarar hjá løgregluni hava kannað orsøkina til vanlukkuna á Glyvursnesi í Hirtshals í síðstu viku, men enn er eingin niðurstøða. Vanlukkan kravdi eitt mannalív

(Mynd: TV2 Nord)

(Mynd: TV2 Nord)

2025-01-06 17:09 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Teknikkarar hjá løgregluni kannaðu fríggjadagin Glyvursnes, sum eldur kom í hóskvøldið, og har ein maður doyði av somu orsøk, meðan skipið lá við bryggju í Hirtshals.

Lars Jensen, løgregluyvirmaður í Thisted, sigur við TV2 Nord, at tað enn er ov tíðliga at siga nakað um, hvat kanningarnar vísa.

- Tað ganga helst nakrar vikur áðrenn vit kunnu siga nakað um orsøkina til eldin, sigur Lars Jensen.

Tríggir menn, allir føroyingar, vóru í maskinrúminum tá spreingingin hendi.

Ein 34 ára gamal maður doyði í spreiningini sum síðani bleiv til eld. Ein 47 ára gamal maður kom illa til skaða og var í lívsvanda. Hann er ikki longur í lívsvanda.

Ein triði av manningini, ein 19 ára gamal, var eisini í maskinrúminum, tá hetta hendi, men fekk ikki álvarsligan skaða.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder