Uttanlands

Naleraq fingið nýggjan formann

Pele Broberg varð á eykaaðalfundi hjá flokkinum í morgun valdur uttan mótvalevni

Pele Broberg, fyrrverandi landsstýrismaður við uttanríkismálum, er nýggjur formaður í Naleraq (Mynd: EPA)

Pele Broberg, fyrrverandi landsstýrismaður við uttanríkismálum, er nýggjur formaður í Naleraq (Mynd: EPA)

2022-06-25 13:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Herfyri kom fram, at Hans Enoksen, stovnari og formaður í Naleraq í Grønlandi, hevði lagt frá sær sum formaður av persónligum orsøkum, og nú hevur flokkurin fingið nýggjan formann.

Á eykaaðalfundi hjá Naleraq í morgun varð Pele Broberg, fyrrverandi landsstýrismaður við uttanríkismálum, valdur til formann.

Broberg varð saman við Jens Napaattooq tilnevndur, og tá hin seinni ikki tók av, varð Broberg valdur uttan mótvalevni, skrivar Sermitsiaq.

Napaattooq varð aftur tilnevndur, tá næstformaður skuldi veljast, og hesuferð tók hann av.

– Eg kann samstarva við øll. Men Pele eri eg errin av at samstarva við sum tættasti samstarvsfelagi. Hann er evnaríkur og so væl egnaður, segði nývaldi næstformaðurin.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder