Innanlands

Harmonikusamanstoytur á Skipanesi

Í gjár endaðu tríggir bilar í einum ferðsluóhappi á Skipanesi, og ein førari er skuldsettur fyri ikki at halda frástøðu

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2020-06-20 09:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Stutt fyri klokkan fimm seinnapartin í gjár var eitt ferðsluóhapp á Skipanesi. Talan var um tríggjar bilar, sum rendu saman – ein sonevndur harmonikusamanstoytur.

Sum skilst hevði hetta lítið uppá seg, men førarin í aftasta bilinum er skuldsettur fyri ikki at halda frástøðu, og tað fær hann eina bót og eitt klipp fyri.

Vaktleiðarin á politistøðini leggur afturat, at í nátt hevur verið stak friðarligt.

Løgreglan hevur í nátt verið úti og vitjað skeinkistøð, og eisini hevur hon framt málrættað átøk móti rúsdrekkakoyring, men har hevur einki verið at funnist at.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder